LIST

ØLL HAVA OKKURT AT FJALA

...

Eina ódnarnátt í november verður eitt meistaraverk hjá Mikines stolið á Listasavni Føroya. Stjórin Sára Emmudóttir stendur fyri skotum og má stríðast fyri starvinum og savninum. Loynidómar og rossahandlar koma undan kavi og avdúka skitið spæl í listaheiminum og í politiska umhvørvinum. Turrlagdi arbeiðsmaðurin Jón Amos hevði eitt skifti sítt egna gallarí. Nú drekkur sterkt kaffi á skeinkistaðnum Kroysuni og fær illgruna um, at alt er ikki rætt vorðið. Hann verður drigin upp í málið og ger sínar egnu skakandi kanningar. Jón Amos kemur á slóðina eftir eina vandamikla samansvørjing, og hann má brúka dirvi og list fyri at avdúka hana – um hann yvirhøvur megnar tað og kemur livandi frá tí. Sannleikin kann broyta alt.


HØVUNDURIN

Eyðun Klakstein (f.1972) er úr Klaksvík, har hann eisini býr. Hann hevur útbúgving sum journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole í Aarhus. Hann hevur síðan 1995 starvast við miðlum. Hetta er hansara fyrsta skaldsøga.


Teldupostur